Sandsvágsmenn nærkast FM-heitinum

Sandavágsmenn kunnu við einum 2-2 javnleiki móti vestmenningum í seinasta umfar við vissu tryggja sær FM-heitið á fyrsta sinni í søgu felagsins.

Havnarmenn máttu í næstseinasta umfari sunudagin helst vinna stórsigur á støðuga oddaliðnum úr Sandavági fyri at halda lív í vónini um at vinna FM. Men Torkil Nielsen og synir hansara, Rógvi og Høgni, syrgdu fyri, at dysturin endaði 2-2.

 

Sostatt eru vágamenn framvegis 2,5 stig fremstir, nú tað bert restar eitt umfar í.

 

Eftir at klaksvíkingar vunnu 3,5-0,5 á Sandavági 2, kunnu teir við stórsigri á havnarmonnum í seinasta umfari fara framvið havnarmenn, sum eru á øðrum plássi.

 

B-liðið hjá Sandavági megnaði ikki at halda seg í bestu deildini. Tað varð greitt eftir úrslitini í vikuskiftinum.

 

Seinasta umfar verður leygardagin 12. mars í SÍF-húsinum. Allir dystirnir í øllum deildunum verða eftir siðvenju telvdir undir sama taki. Byrjað verður kl. 11.00

 

Støðan undan seinasta umfari:

Sandavágur 26,5

Havnin 24,0

Klaksvík 22,5

Vestmanna 15,0

Klaksvík 2 12,5

Sandavágur 2 7,5