Sandshavið vendi aftur

Flestu línuskip liggja, men nøkur eru til fiskiskap um páskirnar, harav tvey frystulínuskip fiska í íslendskum sjógvi.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey ísfiskalínuskip koma inn at landa í næstu viku. Bæði skipini hava verið undir Føroyum og hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá línuskipum undir Føroyum er smáligur.

 

- Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr í íslendskum sjógvi, men kemur neyvan heim at landa í næstu viku. Tvey frystilínuskip eru eisini í íslendskum sjógvi og koma væntandi heim at landa í næstum.

 

Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men skipini loysa væntandi einaferð eftir páskir.

 

In.fo kann leggja aftrat, at ísfiskalínuskipið Sandshavið fyrr í hesi vikuni var á veg til Íslands, men teir fingu trupulleikar við pakkdósini til stevnurørið og valdu at venda aftur. Skipið er nú á bedingini hjá Mest í Havn.

 

- Streymurin verður góður, og um veðurvánirnar halda sær, kann væntast, at nakað verður av útróðri í næstu viku, páskavikuni. Útróðrarbátarnir fáa næstan bara tosk, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.