Sandshavið 60.000 pund á átta setum

Flestu línuskip eru nú komin í gongd aftur eftir jóla-og nýggjárssteðgin

Trý línuskip koma inn at landa í dag. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu, og væntandi verða nøgd­ir­nar av toski tær størstu.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at trý av teimum smærru línu­skipu­num nýliga eru byrj­aði nýggjan túr.
- Hesi skipini fiska tosk og hýsu og landa helst síðst í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at møguliga kemur eitt línu­skip aftrat inn at landa síðst í hesi vikuni, og her er veiðan mest toskur og hýsa.
Sosialurin veit at siga, at línuskipið Sandshavið, sum henda túrin hevði átta setur undir Føroyum, kom inn fríggjamorgunin og hevði umleið 60.000 pund.
Tá Fiskamarknaður Før­oya fríggjadagin gjør­di sínar metingar um hesa vikuna, vóru nøkur línu­skip ikki byrjaði túr, men lógu klár at loysa.
Um útlitini til útróður, visti Fiskamarknaður Før­oya at siga, at streymurin verð­ur hampiligur hesa viku­na, men veðurútlitini eru ikki av teimum bes­tu.
- Tí verður ikki roknað við stórvegis útróðri hesa vikuna, sigur mar­k­nað­ur­in.