Ungmannafelagið Virkið á Sandi er í ferð við at útbyggja ungmannahúsið. Eitt nú skal lyfta setast upp, soleiðis at húsið verður meira vinarligt og atkomiligt fyri fólk við rørslutarni.
Herfyri viðgjørdi Sands kommuna umbøn frá Ungmannafelagnum Virkinum um stuðul. Vanligt hevur verið, at kommunan hevur játtað stuðul nærum á hvørjum ári.
Hetta hevur verið ein peningaupphædd, sum onkuntíð hevur verið oyramerkt til at gera ymiskt við ungmannahúsið.
- Men, hesaferð samtykti eitt einmælt bygdarráð - í semju við nevndina aftan fyri Virkið - at royna eina serliga stuðulsskipan.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, vísir á, at stuðulsskipanin er soleiðis samansett, at kommunan stuðlar trivnaðartiltøkum, sum verða fyriskipaði av ungmannafelagnum.
- Latið verður 10.000 krónur í stuðli fyri hvørt trivnaðartiltak, sum fyriskipað verður - upp til í mesta lagi 100.000 krónur um árið.
Hann sigur, at tiltøk, ið hava sum høvuðsendamál at savna pening inn til felagið, verða tó ikki stuðlaði av kommununi.
- Hetta verður gjørt út frá tí, at kommunan sera fegin vil eggja til, at nógv trivnaðartiltøk eru í bygdarhúsinum - tiltøk, ið fremja trivnað millum borgarar í kommununi.
Tað er eingin loyna, vísir Brandur Sandoy á, at tað ikki er lætt at fáa trivnaðartiltøk at bera seg fíggjarliga, og at hesin veruleiki er eitt sum heldur bygdafeløgunum aftur í at skipa fyri, og at tiltøk til tíðir verða avlýst.
- Við hesum vóna vit í Sands kommunu at leggja lunnar undir fleiri trivnaðartiltøk í bygdini og økja trivnaðin millum borgararnar, sigur Brandur Sandoy.