Í skýmingini í gjárkvøldið kom stórur trailaravogur til Sands við 20 metrum av bátabrúgvum.
- Á Sandi hevur verið tosað um bátabrúgvar í nógv ár, men nú fær Sands havn bátabrúgvar.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag.
- Loksins eru lovorðini um bátabrúgvar gjørd til veruleika, verður lagt aftrat.
Á vanganum verður sagt, at Sands kommuna hugsar nógv um, at trygdin hjá teimum, sum ferðast í og úr báti, er í lagi.
##med2##
- Við bátabrúgvum verður tryggari.
Sagt verður eisini, at tað var eitt samt bygdarráð, sum samtykti at keypa bátabrúgvarnar.
- Gott politiskt handverk, og takk til okkum øll.
Íløgan kemur at gagna fólkinum øllum á Sandi, skrivar Sands kommuna á sínum vanga á Facebook í dag.












