Sandra Erlingsdóttir verður ikki við móti Føroyum 7. apríl

Ein tann fremsti hondbóltsleikarin hjá íslendska kvinnulandsliðnum í hondbólti fer í barnsburðarfarloyvið

Um føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti megnar at sigra á Luksemborg á útivølli 28. februar, og á heimavølli 3. mars, so bíðar ein sera avgerandi dystur móti Íslandi á Ásvøllum 7. apríl.

 

Fáa føroysku kvinnurnar stig í dystinum móti Íslandi 7. apríl, so er møguleikin fyri, at Føroyar eru millum fýra teir bestu tríararnar í EM-undankappingini.

 

Óannsæð hvør verður við á liðnum hjá Íslandi, so verður talan um eina sera torføra uppgávu, men arbeiðssetningurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum er lætnaður nakað.

 

Millum allarfremstu leikararnar á íslendska kvinnulandsliðnum er Sandra Erlingsdóttir, ið spælir við TuS Metzingen í bestu týsku hondbóltsdeildini.

 

Sandra Erlingsdóttir fer sambært handbolti.is ikki at spæla hondbóltsdystir aftur fyrrenn komandi kappingarár. Sandra Erlingsdóttir fer nevnliga í barnsburðarfarloyvið, og tí sleppur føroyska kvinnulandsliðið undan at stríðast við hana 7. apríl.

 

Tá Føroyar máttu lúta 23-28 (12-11) fyri Íslandi í høllini á Hálsi í Havn 15. oktober í fjør var Sandra Erlingsdóttir annar toppskjúttin hjá Íslandi við seks málum. Sandra Erlingsdóttir var eisini toppskjútti hjá Íslandi í HM-endaspælinum í Danmark, Svøríki og Noregi í desember.