Brandur Sandoy heitir á landsstýrið um at eftirlíka ynskjunum hjá Marine Harvest um menningarkvotu afturfyri nýggj arbeiðspláss á Sandoynni.
KVF bar á miðdegi tíðindi um, at Marine Harvest ynskir sær bæði aliloyvi á Kaldbaksfirði og menningarkvotu. Afturfyri lovar alirisin at skapa arbeiðspláss á Sandoynni. Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, er fegin um tíðindini.
Brandur Sandoy sigur, at støðan í Sandoy ikki er stórt frægari enn í Suðuroy. Fólkatalið minkar, arbeiðsloysi veksur og fólkasamansetingin er ein ræðumynd.
- Suðuroyggin hevur politiskt fingið skavað sær so mikið av góðvilja, at við seinastu átøkunum kemur gongdin helst at fara rættan vegin, nú bæði alingin rættuliga tekur dik á seg, og uppisjóvarvinnan leggur nógv arbeiðspláss í Suðuroynni. Í Sandoynni er støðan tó lítið broytt, og nú eigur eftir mínum tykki Sandoyggin at standa fyri tørni, skrivar Brandur Sandoy.
Brandur Sandoy vísir á, at Marine Harvest longu hevur gjørt nógv gott fyri oynna. Fyrst fingu teir royndarloyvi til aling á Sandsvág og síðani lótu teir saman við øðrum fiskavirkið í Skopun uppaftur.
- Hetta hevur havt støðugt arbeiði við sær í oynni, og bæði kommunur og einstaklingar hava nýtt gott av hesi loysn, sigur Brandur Sandoy.
- Eg stuðli tí fult og fast ætlanunum hjá Marine Harvest og Thor at fáa ment oynna aftur við arbeiðsplássum, arbeiðspláss sum koma at hava við sær at fólk aftur fær fótin fastan í oynni, gróðursettan í privatu vinnuni, sigur hann.
- Hetta er ein gyltur møguleiki at fáa lív í niðurløgd og nógv saknaði arbeiðspláss á havnalagnum á Sandi, og samstundis lyfta oynna uppaftur á tað støðið hon eigur at verða á. Nú má Sandoyggin aftur á breddan, nú mugu vit standa fyri tørni at fáa lut í ríkidøminum, heldur borgarstjórin á Sandi.