Sandoyingar eru í dag í Sundalagnum. Eftir óvæntaða sigurin í Gundadali ímóti HB ólavsøkudag, er sjálvsálitið stórt, nú B71 hevur tikið seg seks stig burtur frá niðurflytingarstrikuni.
At uppgávan skal takast í álvara hjá heimaliðnum, sóu teir í EB/Streymi, tá ið teir ólavsøkudag vóru í Gundadali, har B71 vísti framúr góðan hugburð, og har tað eydnaðist teimum í álopsspælinum at seta HB verjuna undir stórt trýst.
EB/Streymur fór týskvøldið av Argjum við fullari úrtøku, men tað stóð nógv á, áðrenn sigurin var fingin til høldar, tí inntil tað restaði minni enn eitt korter var AB á odda.
Um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku, so verður tað ikki so langt fram til heiðursmerkjapláss.
EB/Streyma málverjin, René Tórgarð, tóktist skaðaplágaður á Argjum. Um hann ikki verður førur fyri at spæla, so verður Tróndur Vatnhamar í heimamálinum í Streymnesi.
Hetta er aðalroyndin hjá EB/Streymi, áðrenn steypafinalan verður á skránni.