Nú eru útlit bæði kavaruddingin, og alt annað virksemið hjá Landsverki í Sandoynni, verður útveitt til privat at røkja.
Nógv hevur verið tosað um at útveita ymiskt virksemi hjá Landsverki. Á Landsverki hava tey ikki verið fegin um tað. Men ein arbeiðsbólkur, sum, hevur skrivað eina frágreiðing um, hvussu arbeiðið hjá Landsverki kann skipast frameftir, hevur skotið upp, at er politiskur vilji til at útveita virksemi hjá Landsverk, er hóskandi at byrja í Sandoynni at vita, hvussu tað hepnast.
Á Landsverki halda tey, at tað er torført at útveita meira á hesum øki, tí manningin, og útgerðin verða brúkt alt eftir, hvar tørvur er á tí. Samstundis er neyðugt at hava nógv arbeiði, skal arbeiðsmegin og amboðini brúkast so rationelt sum til ber.
Eisini førir Landsverk fram, at ein uppgáva hjá Landsverki at tryggja samferðslukervið, umframt at Landsverk stendur fyri at basa oljudálking á sjónum, og er eitt slag av sivilverju.
Hinvegin førir vinnan fram, at í høvuðsheitinum snýr seg um at seta uppgávurnar og økini í landinum saman, soleiðis at til ber at bjóða uppá uppgávurnar, tí vinnan kennir hesar uppgávur og vil útvega sær fólk og útgerð alt eftir, hvat uppgávurnar snúgva seg um.
Arbeiðsbólkurin heldur, at er vert at royna at bjóða landsvegahaldið í ávísum økjum í landinum út, meðan støða verður tikin til, hvussu farast skal víðari fram.
Tískil mælir arbeiðsbólkurin til, at virksemið hjá Landsverki í Sandoynni verður bjóðað út sum ein royndarverkætlan, ið skal vara í eitt ár.
Tað, sum hugsað verður at bjóða út, eru uppgávurnar at reka og halda vegirnar, kavaruddingin, arbeiðið at halda ferjuskráan í Skopun og virksemið at bróta og selja grót á Sandi.
Arbeiðsbólkurin heldur, at er politiskur vilji til at útveita meira av virkseminum hjá Landsverki, ber til at gera Sandoynni sum eitt royndarøki í eitt ár.
Eydnast tað væl, ber síðani til at bjóða virksemið í øðrum økjum út eisini, sigur Arbeiðsbólkurin.










