Sandoyingar vóru vónbrotnir

Argjamenn søgdu seg vera nøgdar við 3-3 á heimavølli ímóti B71

Eftir at fimm mál fóru ígjøgnum í Sarpugerði hósdagin, var tað Heðin Stenberg, sum vardi AB málið ímóti B71.

- Vit vóru aftanfyri 2-0 eftir 1. hálvleik, og í steðginum gjørdu vit av at taka tað harfrá. Tí kunnu vit ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við at hava vunnið eitt stig, staðfesti nýggi AB málverjin í samrøðu við Rás2.

B71 spælarin Mikkjal Hentze var vónbrotin, eftir at Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð:

- Undan dystarbyrjan høvdu vit ivaleyst verið nøgdir við eitt stig, men eftir 1. hálvleik og 2-0 leiðslu kennist tað sum vónbrot, at vit ikki megnaðu at halda tørn, staðfesti Mikkjal Hentze í samrøðu við Rás2.

Felags fyri AB og B71 var, at hvørki liðið vann stig í 1. umfari. Eftir 3-3 í kvøld eru bæði feløgini komin á stigatalvuna við einum stigi.