Sandoyingar tannleysir

Tað hevur ikki hilnast nakað serligt hjá B71 higartil, og heldur ikki leygardagin, tá ið teir vitjaðu í Klaksvík, fekst nakað í lætta stigapjøkan

Klaksvíkingar hava ikki verið so óførir, sum teir ofta tey seinnu árini hava verið fyrsta triðingin av kappingini. Men hesa ferð eydnaðist teimum at fáa alt.
KÍ legði seg framum, tá ið bara tríggir minuttir vóru farnir. Málskjútti var miðvallarin í vinstru, Marius Nystrøm Hansen. Hann setti fyri opnum máli fótin undir bóltin, eftir at miðvallarin í høgru, David Bertholdsen, hevði umsitið fríspæling frá John Havn rættuliga væl.
Tveir minuttir undan hvíldini økti Erling Fles, sum fyri tað mesta hevur verið í 1. deild, men sum hesa ferð fekk dystarvenjing á næstbesta liðnum. Saman við Arnoldi Joensen var hann í KÍ álopinum. Miðverjin Niclas Niclassen sendi fríspark í brotsteigin, har miðvallarin Fríðin Ziskason royndi seg við stútara. Valdemar Nowisci hálvbjargaði, og so var Erling Fles fyrstur á.
KÍ var rættuliga væl mannað, og tunna B71 liðið hevði ikki nógv at bjóða uppá. Álopsmaðurin Mustapha KNdaw hevði í 2. hálvleiki góða roynd, sum John William Joensen stórbjargaði, men annars var lítið bit í.
B71 formaðurin, Eli Hentze, sum í meiri enn fimtan ár hevur verið millum drívkreftirnar í fótbóltinum á Sandi, varð í 2. hálvleiki settur á vøllin. Tað var hann saman við Pálli á Reynatúgvu. Almannaráðharrin royndi at hjálpa til, men tað segði tað sama. B71 fekk ikki mál, og harvið øktist fjarstøðan í botninum rættuliga nógv til eitt nú KÍ.
Klaksvíkingar løgdu annars í góðveðrinum til merkis, at Drangberg tvíburðarnir, sum hava vant støðugt við KÍ seinastu árini, nú royna seg saman við oyggjafeløgunum í Sandoy. Hesa ferð vóru teir á beinkinum, har Martin var allar 90 minuttirnar, meðan Jógvan varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

KÍ?B71 2?0 (2?0)
1?0: Marius Nystrøm Hansen 3.
2?0: Erling Fles 43.