Sandoyingar vunnu seinnapartin 3-1 ímóti næstbesta liðnum hjá Suðringum, sum í dag áttu heimavøll við Stórá í Trongisvági.
Tijani Mohammed legði B71 framum, tá ið fyrri hálvleikur var reiðiliga hálvrunnin, og tíggju minuttir undan steðginum javnaði Poul Ingason.
Bjørgfinnur Winther legði B71 framum 2-1, tá ið seinna umfarið var níggju minuttir gamalt, og bara ein minutt seinni økti Sverri Dalsgaard til 3-1.
Úrslitið ber við sær, at B71 nú hevur átjan stig – tvey færri enn ÍF sum er á fjórða plássi.
Suðringar bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Á heimaliðnum vóru í dag onkrir, sum plaga at vera fastur fúsir á dómaraseðlinum hjá besta liðnum. Eitt nú vóru Dánjal Godtfred og Tóki Krosslá Mortensen á vøllinum alla tíðina.