Sandoyingar reistu seg við søtum sigri

1. DEILD: Julian Frankieson, sum var tvífaldur málskjútti, skoraði sigursmálið í Leirvík eitt korter undan leikloki

Tað var við tveimum stórum vónbrotum í viðførinum, at sandoyingar seinnapartin fóru til Leirvíkar.

 

Teir taptu landskappingardystin á Argjum 4-0, og 2. páskadag taptu teir fjórðingsfinaluna í steypakappingini 6-3 á heimavølli ímóti B68.

 

Í dag reisti B71 seg aftur. At spæla á útivølli uppi á Brekku í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi verður altíð roknað at vera torfør avbjóðing. Men B71 stóð royndina og fór aftur undir Skopunarfjørð við trimum stigum.

 

Úrslitið var 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til B71. Víkingur minkaði um munin til 2-1 í síðsta minutti undan steðginum. Málskjútti var Arnór Brandsson, og Bogi á Reynatrøð átti uppleggið. Hetta var triðja málið hjá Arnóri Brandsson í ár.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin javnaði Víkingur til 2-2. Tað var Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum skoraði, og tað var Arnór Brandsson, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsti málið hjá Jósefi í ár.

 

Eitt korter var farið, tá ið Julian Frankieson eftir upplegg frá Boga Hentze legði B71 á odda, og ein stórur hálvur tími var farin, tá ið Tijani Yakubu við brotssparki økti um B71 leiðsluna til 2-0.

 

Talan var um sera javna uppgerð, sum at enda koppaði gestunum til fyrimunar.

 

Eitt korter undan leikloki var Julian Frankieson aftur upp á spæl, tá ið hann tryggjaði B71 øll trý stigini. Hetta vóru fyrstu málini hjá Juliani í ár.

 

B71 er næstfremst við 15 stigum, og Víkingur er á fjórða plássi við 12 stigum.

 

Um eina viku fær B71 vitjan av B36, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti NSÍ.