Sandoyingar rópa pan-pan í Tinganesi

Sandoyggin er í neyðstøðu, men enn stendur ikki um lív, men fáa vit ikki undirsjóvartunnil nú

Sandoyggin kann samanberast við eitt skip í neyðstøðu, segði Eyðun Viderø, fyrrverandi løgtingsmaður, sum førdi orðið, tá ið einir 400 sandoyingar vóru mótmælisgongu í Tinganesi í dag við kravi um, at farið verður undir undirsjóvartunnilin næsta ár, soleiðis sum Løgtingið hevur samtykt.

Tá ið hann handaði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu í vinnumálum, ein langan lista við undirskriftum við kravið um undirsjóvartunnnil, fortaldi hann henni, at eitt skip hevur tvær neyðkalliskipanir.

Tann álvarsamasta er Mayday, har lív stendur í vága. Eitt minni álvarsligt neyðarkall er pan-pan, sum verður fráboðað tá ið brúk er fyri hjálp uttan at lív í fyrstu syftu stendur í vága. Tað kann vera, tá ið eitt skip missur framdriftina og tískil rekur fyri vág og vind við vanda fyri at reka upp á land.

Eyðun Viderø hevði 1100 undirskriftir frá sandoyingum, skúvoyingum og sandoyingum í Havn, við sær til Landsstýriskvinnuna.

- Sandoyarskútan hevur onga framdrift, men rekur fyri vág og vind og rekur kanska á land.

- Tí rópa vit pan-pan, segði Eyðun Viderø.