2. deild
Tað varð sagt undan vikuskiftinum, at talan helst var um lykladystin í uppflytingarstríðnum hjá B71, tá teir vitjaðu í Sandavági.
Eftir javnleikin fyri viku síðani móti B68, vóru tað nú sandoyingarnir, sum lógu best fyri í uppflytingarstríðnum, og við níggju sigrum í seinastu trimum dystunum kundu teir nú einsamallir gera av, um tað skuldu verða teir, sum settu seg á beinleiðis uppflytingarsessin.
Og tað var eingin ivi um, at lykladysturin í so máta mundi vera, tá teir leygardagin skuldu á vitjan í Sandavági.
Uppiborin sigur í Sandavági
Tað stóð tó skjótt greitt, at FS Vágar hevði lítlan hug at geva seg undir nakað yvirveldi leygardagin.
Við vindinum í ryggin fyrra umfarið, royndu teir at trýsta, men sandoyingarnir vóru tó ikki fyri nothing. Tað tóktist tó broyta dystargongdina, tá ein púrasta leysur Jákup Joensen kundi stúta hornaspark í kassan. Málið gav meira frið yvir spælið hjá heimaliðnum, sum nú av álvara legði trýst á.
Sandoyingarnir tóktust hinvegin ikki alt ov álvuligir, og spakuliga tóktist óttin at breiða seg. Millum lítið og einki vildi bera til hjá liðnum, og lítli samanhangurin í spælinum gjørdi tað eisini gjørligt hjá vertunum at halda fast um trýstið.
Og trýstið gav eisini úrslit, tá Ólavur í Ólavsstovu fangaði returbólt uttan fyri brotsteigin. Hann dróg einaferð, áðrenn hann langaði til, og bólturin smoygdi sær inn um stólparótina.
Tað bar við sær, at tað vóru sandoyingarnir, sum skuldu trýsta eftir steðgin. Tað royndu teir eisini við at flyta nógv fólk fram, men samanhangurin í spælinum var framvegis lítil. Ikki minst tóktist tað tyngja liðið, at Eli Hentze var leikbannaður, eftir at hann hevði fingið ov nógv gul kort. Tað førdi við sær, at stýringin á miðvøllinum manglaði, og tí bar illa til at halda fast um nakað veruligt trýst.
Og hinvegin dusaði heimaliðið sær av álvara í kontramøguleikum. Serliga Birgir Joensen var týdningarmikil liður í hesum spælinum, og í fleiri førum gav hann viðspælarunum gyltar møguleikar, sum tó ikki vórðu gagnnýttir. Og tá Birgir móti dystarenda bara fór sjálvur allan vegin, megnaði hann kortini ikki at fáa bóltin í meskarnar handan Waldemar Nowicki.
Í yvirtíðini bar tó til. Enn einaferð var tað Birgir, sum var upphavsmaðurin, og tætt undir málinum kundi Sjúrður Ellefsen við seinasta sparkinum í dystinnum trýsta bóltin í meskarnar.
Brennur í botninum
Tryggi sigurin hjá FS Vágum gav B68 møguleikan at taka oddasessin aftur, og hesum tóku toftamenninir av. Spenningur var ongan tíð um útfallið, tá LÍF vitjaði, og hóast vindurin var ímóti fyri steðgin, so varð dysturin í roynd og veru avgjørdur hesa løtuna.
Toftamenn skulu nú sjálvir vestur til Sandavágs, har Vágamenn ivaleyst vilja koppa næsta oddaliðnum á rað, og fær B68 bara ein javnleik í hesum dystinum, kunnu teir seta alt upp á pláss sjálvir.
Á Argjum var ein annar fyrrverandi B68'ari av álvara í fokus. Súni Fríði Barbá skeyt nevnliga fimm mál, tá AB tók ímóti botnliðnum úr Gøtu. Tað var alla tíðina væntandi, at AB her skuldi vinna ein tryggan sigur, men við sínum fimm málum er Súni Fríði nú av álvara farin at geva Clayton Soares kapping á máltindinum.
Í botninum megnaðu bæði Royn og B36 at vinna sínar dystir, soleiðis at stríðið í niðara endanum nú er harðari, enn tað nakran tíð hevur verið í ár. Royn tók ímóti HB, og har eydnaðist teimum at vinna 4-2, og við einum 2-1 sigri á Sumba helt B36 eisini fast í sínari vón um at sleppa undan at spæla um plássið í deildini. Tað er annars vert at leggja til merkis, at B36 hesa ferð hevði leitað sær styrk úr »hugnaliðnum« úr 4. deild. Fyrrverandi B36- og landsliðsliðformaðurin, Jens Kristian Hansen, var nevnliga at síggja á liðnum, og tað var eisini um reppið, at hann kom á máltalvuna.