Um eina viku, ella næsta mánadag, fer Teistin á beding, og sostatt verður hann tikin úr rutusiglingini ímillum Gomlurætt og Skopun.
Av tí sama hevur Strandferðslan gjørt av at taka Ternuna úr Nólsoyarsiglingini og sett í sigling í siglingina um Skopunarfjørð, boðar Strandferðslan frá í morgun.
Samstundis verður Jósup settur í siglingina ímillum Havnina og Nólsoy. Jósup tekur 88 ferðafólk, men harafturat fer Sam farmatúr til Nólsoyar tvær ferðir um vikuna.
Strandferðslan sigur, at væntandi verður Teistin á beding í tríggjar vikur.