Sandoyingar kiksaðu á heimavølli

Teir næstbestu hjá B68 fóru av Sandi seinnapartin leygardagin við 3-2 sigri ímóti teimum bestu hjá B71 B71 flutti í fjør niður úr bestu fótbóltsdeildini. Leygardagin royndu teir seg fyri fyrstu ferð á hesum sinni í næstbestu deildini, og tað gekk ikki so væl. Teir næstbestu hjá B68 vitjaðu heima á Sandi, og toftamenn struku avstað við 3-2 sigri.

Óli Olsen skoraði tvey mál fyri B68, og Jónreid Dalheim, sum undanfarnu árini hevur spælt við GÍ og Víkingi, skoraði eitt mál.

Hjá sandoyingum vóru á dómaraseðlinum nógv nýggj og í fremstu røð ikki so kend nøvn. Ein av ungu monnunum hjá B71 er Kristin Ebbe Thomsen úr Skopun. Hann skoraði bæði B71 málini ímóti B68.