Sandoyingar halda upp á gamla siðaarvin at ræna

Enn er siðaarvurin at ræna nátaegg ikki dottin burtur, tó at samfelagið er nógv broytt. At taka egg og ungar í bergi, bakka og skorum er aldargamal siður og var í sínari tíð ein lívsneyðugur partur av gerandisdegnum

Tað kann tykjast ógvusligt hjá fólki, sum ikki kenna til hendan partin av arvinum, at hoyra um ræning.
Men, gamalt er, at fuglur, eitt nú lomvigi og náti, sum egg verða tikin frá við ræning, í stóran mun verpur uppaftur. Hinvegin verður sjófuglur tikin á sjónum við glúpi ella við byrsu burtur úr stovninum.
Leygardagin vóru teir og rændu nátaegg vestanfyri á Sandoynni. Ofta eru tað ávísir menn, sum taka seg saman, og í summum førum kunnu uppí eini trý ættarlið vera við á slíkari ferð.
Soleiðis var eisini leygardagin.
Tað eru ikki tey nógvu eggini, sum verða tikin. Hetta er líka so nógv ein útferðartúrur, tó at menn altíð eru fegnir, tá nakað kemur burturúr. Tað er eisini hugaligari, tá fuglur er í berginum, enn tá staðfest verður, at fuglurin er í minking.
At sjófuglurin er í minking, er eitt fyribrigdi, sum sæst her um okkara leiðir og eisini í londunum uttan um okkum.
Leygardagstúrurin gav 110 nátaegg, og kønir halda, at hevði allur fuglurin havt vorpið, hevði talið helst verið út við tvífalt so stórt.