Fyri aðru ferð í ár vann B71 í dag á heimavølli ímóti favorittunum í 07 Vestur.
Í góðveðrinum í dag var úrslitið 4-1. 18. juni vann B71 3-2 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Eftir fyrra hálvleik var 1-0. Aron Clementsen skoraði tíggju minuttir undan steðginum, og fimm minuttir eftir steðgin økti Markus Clementsen til 2-0. Níggju minuttir seinni minkaði Asbjørn Heðinsson um munin til 2-1, men 07 Vestur fekk ikki av álvara um endan.
Aron Clementsen skoraði fyri aðru ferð, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki økti til 3-1, og átjan minuttir undan leikloki staðfesti Clayton Soares rimmar 4-1 B71 sigurin.
B71 er nú á fimta á fimta plássi við 19 stigum. 07 Vestur er á triðja plássi við 34 stigum.