Mánadagin fer Prentmiðstøðin undir at bera bløðini til dyrnar í Sandoynni um kvøldið. Frá mánadegnum fær meginparturin av Sandoynni bløðini borin út um kvøldið.
Tað er útberingin hjá Prentmiðstøðini, sum nú eisini fer at umfata Sandoynna.
Hallstein Sigurðsson hevur ábyrgdina av útberingini hjá Prentmiðstøðini, og hann sigur, at nú verður ætlanin um útbering í Sandoynni gjørd til veruleika.
- Í fyrstu syftu hava vit havt útbering á meginøkinum, men nú taka vit Sandoynna við í útberingina eisini, sigur Hallstein Sigurðsson.
Hann roknar ikki við, at Suðuroyggin sleppur upp í part fyribils.
- Trupulleikin er, at ferðaætlanin hjá Smyrli hevur við sær, at bløðini koma so seint til Suðuroyar, at vit vilja ikki senda ungdóm so seint út við bløðunum, sigur Hallstein Sigurðsson.