Í trimum teimum fyrstu umførunum vann B71 einki stig í næstbestu fótbóltsdeildini.
Í dag var B71 í fjórða umfari á Argjum, og har eydnaðist tað Piotr Krakowski og hansara monnum at vinna fyrstu stigini. Úrslitið var 2-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Ibrahima Camara, sum áður hevur roynt seg í B68, 07 Vestur og B36 er nýggjur álopsspælari á Sandi. Í dag skoraði hann bæði málini - í 69. og 78. minutti. B71 hevur í fyrstu fýra umførunum skorað fýra mál, og í øllum fýra førunum er tað Ibrahima Camara, sum hevur skorað.
Næsta leygardag fær B71 vitjan av 07 Vestur.
Bæði B71 og AB hava nú trý stig. Um eina viku skal AB spæla grannauppgerð í Gundadali ímóti HB.