Sandoyingar aftur eftir hæli

Tað gongur ikki so væl í Sandoy.

Tað er gongdin í inntøkurnar hjá kommununum í Sandoy av kommunuskatti, eitt talandi dømi.

Ein nýggj uppgerð hjá TAKS vísir, at higartil í ár hava allar tær fýra kommunurnar í Sandoy hava fingið minni inn í kommunuskatti higartil í ár, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tilsamans hava kommunurnar í Sandoy fingið 24,2 milliónir inn í skatti higartil í ár.

Tað eru slakar 600.000 minni enn tær fingu inn í skatti níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið tær fingu 24,8 milliónir inn í skatti.

Sands Kommuna fekk 10,1 millión inn í skatti í tíðini frá januar til september í fjør, men í sama tíðarskeiði í ár fekk kommunan 9,8 millión inn í skatti. Tað er ein afturgongd upp á 2,94%.

Skopunar Kommuna fekk 9,2 milliónir inn í skatti frá januar til september í fjør, men í ár var inntøkan 9 milliónir, ella 2,32% minni.

Skálvíkingar fingu 3,2 milliónir inn í skatti frá januar til september í fjør, men sama tíðarskeið í ár var inntøkan 34.000 krónur minni, ella 1,06%.

Og loksins fekk Húsavíkar Kommuna 2,3 milliónir inn í skatti í januar til september í fjør og tað er slakar 24.000 krónur meiri enn í sama tíðarskeiði í ár. Afturgongdin í Húsavík í ár er sostatt 1,06%.