Sandoyggin í tryggum hondum

Jón Klein Olsen, politiinspektørur, heldur als ikki at sandoyingar skulu føla seg ótryggar. – Sandoyggin er eins væl vaktað og aðrar oyggjar, staðfestir hann

Rættartrygd

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


At sandoyingar kenna seg ótryggar og óvardar av lógini, heldur politiinspektørurin Jón Klein Olsen als ikki vera í lagi.

- Eg kann bara staðfesta, at óansæð tíðspunkt, so kann løgreglan vera á staðnum næstan beinanvegin.

Í samband við eina aðra grein tann 26. februar, tó við somu ákærum, staðfesti sýslumaðurin í Sandoynni, Høgni í Dali, at tað var avmarkað, hvat hann hevði tíð til.

- Eg eri einsamallur um arbeiðið, og eg havi 37 tímar um vikuna. Eg royni sum frægast at tillaga løgregluarbeiðið eftir tímunum sum eg havi. Tað vísir seg jú sum at alt er pengar, og eg má halda meg til teir tímar, ið eg havi. Kortini

verður nógv arbeitt yvir, tí tað er í heilum at eg verði forstýraður, tá eg eigi at hava frí, segði Høgni í Dali tá.

Tá sýslumaðurin í Sandoynni greiðir frá, at hann bert hevur 37 tímar um vikuna, sum hann má leggja væl til rættis, merkir tað so at Sandoyggin er óvard restina av vikuni?

 - Nei, tað kann eg beinanvegin staðfesta, at tað ger tað ikki. 37 tímar er normal arbeiðsvika, men um neyðugt, kann hann arbeiða meira enn tað, skuldi tað verið neyðugt. Tá eingin politistur er til arbeiðis á Sandoynni, er tað so politiið í Havn, ið hevur ábyrgdina av oynni, og vit hava avtalur soleiðis at vit kunnu vera á oynni innanfyri minuttir. Sandoyingar eru als ikki verri vardir enn aðrir borgarar, leggur Jón Klein Olsen dent á.


Vilja altíð betra seg

Jón Klein Olsen vil als ikki vísa aftur nøkrum av teimum ákoyringunum, ið eru móti løgregluarbeiðinum á Sandoynni, men hann vil ikki koma so nógv inn á tey einkultu málini.

- Men tað er ikki í lagi at tey føla seg ótrygg. Um so er, at alt ikki virkar nóg væl á Sandoynni, so vilja vit altíð royna at betra tað, staðfestir Jón Klein Olsen, politiinspektørur.