Í vikuni hava fólk hjá SEV verið í Sandoynni og hugt eftir, hvar nýggjar løðistøðir skulu setast upp í oynni. Í nýggja sáttmálanum, sum Strandfaraskip Landsins og Bygdaleiðir hava undirskrivað við veitaran í Sandoynni, er ein el-bussur við í avtaluni.
Hetta verður sostatt fyrsti el-bussur, sum kemur at røkja koyring fyri Bygdaleiðir í Føroyum. Men, ein el-bussur krevur, at løðistøðir eru, og tað er í hesum sambandi, at SEV nú hevur verið í Sandoynni og hugt eftir, hvørjir møguleikar eru.
Ein løðistøð er á Sandi, men neyðugt verður við nøkrum løðistøðum aftrat. Hóskandi pláss skulu finnast, og lendi, loyvi og el skulu útvegast til nýggju støðirnar. Sum er, er bara onkur einstakur el-bilur í Sandoynni.
Tað var heimasíðan hjá Skálavíkar kommunu, sum fyrst bar tíðindini um, at SEV var í Sandoynni í vikuni og hugdi eftir møguleikum til nýggjar løðistøðir í oynni.











