Sandoyggin nógv at bjóða ferðafólkum

Ferðavinnan á Sandoynni er í støðugari menning, og Kunningarstovan í oynni hevur alt meiri at gera. Serliga er tað fuglalívið, náttúran og veðrið, sum dregur útlendsku gestirnar suður til søguríku oynna

Kunningarstovan á Sandi hevur nú átta ár á baki, men longu undan tí var áhugi fyri ferðavinnu har suðuri, og Sandoyar Sýslu Ferðalag virkaði í eini trý ár undan, at kunningarstova varð sett á stovn.

Fríðtór Debess er leiðari á Kunningarstovuni á Sandi, eitt starv hann hevur røkt í tvey ár.

- Eg havi varðhugan av, at virksemið er alsamt vaksandi. Meta vit árið í fjør í mun til fyrraárið, so hava vit havt fleiri vitjanir í fjør, sigur Fríðtór Debess.

Nú er vetrartíð, og tí er Kunningarstovan ikki opin meiri enn hálva tíð, frá 13 til 16, men frá 1. apríl er opið fulla tíð, frá 9 á morgni til 16 seinnapartar, fram til 1. september.

Tað finnast eingi hagtøl yvir, hvussu nógv fólk vitja á Kunningarstovuni, men leiðarin metir, at talið er lutfalsliga stórt, og alsamt økjandi.

- Um veturin er tað nógv mest føroyingar, sum vitja inn á gólvið, men um summarið eru nógvir útlendingar, sum vitja okkum, sjálvt um føroyingar eisini tað tíðarskeiðið eru í meiriluta, sigur Fríðtór Debess.

Samvit hevur koyrt eina lýsingarherferð, har heitt verður á føroyingar um at vitja í egnum landi, og tað heldur leiðarin á Kunningarstovuni á Sandi hevur havt sína ávirkan.

- Tað er nakað, sum er komið seinastu árini, at føroyingar meiri og meiri gera sær dælt av, at tað eru fleiri hús, sum standa tóm, og tað eru fleiri og fleiri, sum koma suður at halda vikuskiftisfrí her á Sandoynni og eisini úti í Skúgvi. Tað merkist væl, sigur Fríðtór Debess.

 

Nógv at bjóða

Sum eyðvitað er, verður roynt at skipa fyri ymsum tiltøkum til ferðandi, tað verið seg útferðir ella aðrar upplivingar. Og Sandoyggin hevur rættiliga nógv og okkurt heilt forkunnugt at bjóða fram.

- Vit hava rímiliga nógv at bjóða. Gongutúrar verða gjørdir, vit hava síðingina, vit hava bátatúrar, eisini út í Stóru Dímun og til Skúvoyar. Alt summarið ígjøgnum eru ymisk tilboð til tey vitjandi, og vit lýsa við teimum so hvørt, sum tey eru, sigur Fríðtór Debess.

Síðing er helst eitt tilboð, sum ikki finst nógva staðni í Føroyum, men er tað nakað, sum eisini fangar útlendingar?

Enn hevur eingin útlendingur roynt at siðið, men nú byrjaðu vit ikki fyrr enn í fjør við síðingini, og ferðaskrivstovur eru nústaðni farnar at gera brúk av hesum við at bjóða síðing fram á altjóða marknaðinum, so eg rokni við at vit fara at síggja útlendingar til hetta tilboðið eisini. Men enn hugsi eg, at tað bert eru føroyingar, sum hava roynt hetta siðið, sigur Fríðtór Debess.

Hann roknar sum nevnt við, at útlendingar fara at royna hendan møguleikan í summar.

Eitt annað væl umtókt frítíðarítriv er fisking.

- Tað koma nógvir føroyingar og útlendingar suður higar at fiska. Bæði á Sandsvatni, men eisini frá báti, og tað er nakað, sum seliga útlendingum dáma væl, sigur Fríðtór Debess.

Eru tað dagar, har tað ikki viðrar á báti, brúka teir vøtnini og áirnar at fiska í í staðin.

Skipanin er soleiðis, at øllum stendur frítt at fiska á øllum vøtnunum á Sandoynni.

 

Bjóða innivist

Tá tað kemur til ferðandi, sum ynskja at liggja nátt á Sandoynni, eru eisini fleiri møguleikar.

- Tosa vit um hotell virksemi, so er tað ikki tað stóra her á Sandoynni. Vit hava Ísansgarð, sum er eitt gestahús, men tað er so eisini tað. Men Kunningarstovan hevur eini 15-16 hús á Sandoynni og í Skúvoy, sum vit leiga út, og tey verða nógv brúkt alt summarið ígjøgnum. Eisini um veturin og um høgtíðirnar er stórur eftirspurningur eftir hesum húsum, sigur Fríðtór Debess.

Leiðarin á Kunningarstovuni á Sandi heldur, at tað er ein tendensur at síggja, at útlendingar alt meiri hyggja út um høvuðsstaðarøkið.

- Eg havi varðhugan av, at útlendingar vilja uppliva tær óspiltu Føroyar. Fólk, sum ongantíð hava verið í Føroyum, men sum sita úti á netinum og leita eftir mest spennandi støðunum í landinum, velja ofta Sandoynna ella Suðuroynna, júst tí tey eru so óspilt, sigur Fríðtór Debess.

Hann sigur, at tað ofta kemur fyri, at fólk senda teldupost til Kunningarstovuna og boða frá, at tey ætla sær at koma til Føroya, og at tey eru áhugað í Sandoynni og tí vilja vita, hvat oyggin hevur at bjóða.

- Og vit hava veruliga nógv at bjóða. Útlendingar hava sera stóran áhuga fyri náttúruni og fyri fuglalívinum, men eisini veðrið hugbindur teir. Tað verður jú sagt, at tú kanst uppliva allar fýra árstíðirnar eftir einum fyrraparti her í Føroyum, sigur Fríðtór Debess.

Hann heldur, at náttúran í Føroyum á nógvar mátar er so óspilt, og tað er nakað, ið dregur.

- Nógvir týskarar hava eitt nú ongantíð sæð havið, so alt er so forkunnugt hjá teimum við at koma her, sigur leiðarin av Kunningarstovuni á Sandi.

Hann heldur, at síðingin serliga, men eisini ríka søgan hjá oynni er dygt grundarlag undir ferðavinnuni, sum er í støðugari menning. Og longu nú eru fyrispurningar komnir til komandi summar, so alt bendir á, at menningin í ferðavinnuni á Sandoynni heldur fram.