Sandoyggin felags heimasíðu

Allar kommunurnar í Sandoynni hava fingið sær felags heimasíðu.

Tær fimm kommunurnar í Sandoynni hava fingið nýggja heimasíðu, og er hendan ein felags síða fyri alla oynna. Hvør kommuna sær hevur so eina undirsíðu, har kunning serstøk fyri ta kommununa er at finna.

 

Á forsíðuni eru tíðindini um hvat fyriferst á oynni, kunning um hvussu ein ber set at, um ein ynskir at flyta til oynna ella ferðast í oynni og kunning um handlar og fyritøkur í oynni.

 

Eisini eru myndasavn og ein bloggur knýtt at síðuni.

 

Tað er Katrin Petersen, ið er leiðari av vakstrarætlanini fyri Sandoy, sum stendur fyri síðuni.