Tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið í teimum ymsu økjunum kring landið hesi seinastu árini. Hagstovan hevur gjørt støðuna upp yvir gongdina í fólkatalinum hesi seinastu tíggju árini. Hesi árini er fólkatalið økt 5.670 fólk, so at tað búðu 53.752 fólk í Føroyum tann fyrsta februar í ár. Men vøksturin er ikki líka stórur allastaðni – og serliga í einum øki er fólkatalið munandi minkað.
Sí talvuna niðan fyri
##med2##
Eyðvitað er fólkatalið vaksið mest í miðstaðarøkinum. Síðani 1. februar í 2012 til 1. februar í ár, er fólkatalið í Suðurstreymoy vaksið 16,3 prosent og í Eysturoynni er tað vaksið 14,6 prosent. Í Vágum er fólkatalið vaksið 10,8 prosent og í Norðoyggjum er tað vaksið 9,4 prosent. Í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 5,2 prosent hesi seinastu tíggju árini.
Suðuroyggin heldur akkurát stand, tí har er fólkatalið nú 0,8 prosent hægri enn tað var fyro tíggju árum síðani. Ímeðan fólkatalið norðanfyri hevur mest sum gingið upp eftir alla tíðina, hevur støðan í Suðuroy verið eitt sindur øðrvísi, tí har minkaði fólkatalið nøkur ár, men síðani er vend komið í og hesi síðstu árini er tað kvinkað upp eftir.
Í hesum sambandi er Sandoyggin tann stóri taparin, tí tað er einasta økið í landinum, har fólkatalið er minkað. Sostatt er fólkatalið í Sandoynni minkað 4,6 prosent hesi seinastu tíggju árini.
Heldur ikki vitanin um, at Sandoyggin fær fast samband við meginøkið um heilt stutta tíð, hevur bøtt upp á støðuna, tvørtur ímóti, tí tað er serliga hetta seinasta hálva árið, at fólkatalið í Sandoynni er nógv minkað.