Sandoyggin ein perla at veksa upp í

- Um vit ikki stuðla tí, sum er her, so kunnu vit heldur ikki gráta, tá tað ikki er, sigur Marjun S. Debes, sum læt tár falla, tá tunnilin varð skotin ígjøgnum

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp í dag?

- Kenslan kann næstan ikki lýsast í orðum. Eg havi arbeitt hjá NCC og slapp at vera við í tunlinum, tá síðsta skotið varð latið av. Tá runnu gleðistár eftir kjálkunum. Vænti ikki, at tárini verða færri í dag, tí hetta er so stórt fyri okkum. Ein fantastisk kensla, at tað nú er veruleiki.

Tað sigur Marjun S. Debes í Skopun. 

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? 

- Hann fer at fáa stóran týdning. Samfelagið í dag er nógv tengt at klokku, so hetta verður ein stór broyting til tað betra, bæði fyri fólkið, sum her býr og fyri arbeiðsplássini í oynni.

 

Hon vísir á, at ferjan hevur verið ein forðing fyri, at fleiri ikki eru komin aftur í oynna at búgva eftir loknan lestur, men nú eru allir møguleikar opnir, og hon væntar og vónar, at hetta kemur at síggjast aftur skjótt. 

- Tað er stórur munur á, hvat tú kanst keypa eitt grundstykki fyri í Skopun og í høvuðsstaðnum. Sandoyggin er ein perla at veksa upp í, so tað er ein gyltur møguleiki at kunna búgva her í hesum deiliga umhvørvi og við teimum hentleikum, vit hava at bjóða barnafamiljum og øðrum og hava so stutt til arbeiðis – eisini, um tú t.d. arbeiðir í Havn.  

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður?  

- Vandi er í hvørjari vælferð, sigst. Tað koma heilt víst at verða broytingar, men nógvar av broytingunum verða til tað betra. Vit hava so nógv gott at bjóða her suðri, og eg haldi, at um vit vilja, so kunnu vit røkka so øgiliga langt við at gera okkum dælt av øllum møguleikunum, vit hava her suðuri. Tað verður eisini, sum vit sjálvi gera tað, tí um vit ikki stuðla tí, sum er her, so kunnu vit heldur ikki gráta, tá tað ikki er.  

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Nú havi eg verið so heppin, at eg altíð havi arbeitt í Sandoynni, so tað at pendla ímillum hvønn dag eri eg spard fyri, um eg kann siga tað so. Hóast tað, so hava fleiri túrar verið norður um hvønn mánað í ymiskum ørindum. Men jú, eg fari at sakna Teistan í ein ávísan mun. 

Marjun S. Debes vísir á, at sjálvandi fer hon ikki at sakna túrarnar, tá hon lovaði ongantíð at fara umborð í Teistan aftur, tí tað rullaði so illa á túrinum.  

- Men, tað sosiala, sum hevur verið umborð - tað verður heilt avgjørt saknað. Men, hvørt til sína tíð. Teistin hevur verið okkum góður. Eingin ivi um tað, men eg fegnist um, at hann nú nærkast sínum seinasta túri, og at vit kunnu taka nýggju leiðina í brúk hin 21. desember - til gagns fyri Sandoynna og alt Føroya fólk. Hjartaliga tillukku við tunnlinum, øll somul!