Sandoyartunnilin skal nú til nýggja viðgerð í samgonguni

Tað er ongin ivi um, at sandoyingar fáa undirsjóvartunnil, men spurningurin er bara nær, tí vit noyðast at hugsa um búskaparligu støðuna, staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum

Spurningurin um at gera undirsjóvartunnil í Sandoynna, skal nú aftur til viðgerðar í samgonguni.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.

Løgtingið hevur annars samtykt, at farast skal undir tunnilin í 2011, men Annika Olsen kann kortini ikki lova, at hetta verður so.

- Spurningurin um Sandoyartunnilin verður tikin við í viðgerðini, nú samgongan fer at raðfesta íløgukarmin, sigur hon.


Mugu hava ráð

Nú er liðugt at betala Norðoyatunnilin, men Løgtingið hevur eisini samtykt, at tær góðu 40 milliónirnar, sum landið hevur goldið til Norðoyatunnilin um árið, skulu framhaldandi setast í fíggjarlógina, men nú skulu tær fara í almenna partafelagið til Sandoyartunnilin ístaðin.

Fyrsta inngjaldið í partafelagð skal vera í 2010.

- Eg fái onki sagt um, hvussu tað verður við hesum, tí tað verður tikð við, nú samgongan fer at viðgera íløgukarmin, sigur hon.

Men hon sigur, at tað er hetta, sum hevur ligið í kortunum alla tíðina, at peningurin, sum er goldin í Norðoyatunnilin nú skal flytast yvir í Sandoyartunnilin.

Hetta er útgangsstøðið, men tann spurningingin fer samgongan nú at viðgera saman vi øllum øðrum útbyggingum, nú íløgukarmurin skal leggjast.

- Hinvegin leggur hon dent á, at vit mugu eisini taka atlit til, at vit eru í eini fíggjarligari kreppu.

Hon leggur afturat, at grundarlagið aftanfyri at stovna eitt alment partafelag, er, at landið skal spara saman til undirsjóvartunnilin.

Heldur Løgtingið seg til leistin um, at gjaldið, sum fór til Norðoyatunnilin, nú skal í sandoyartunnilin, verða í mesta lagið slakar 85 milliónir í partafelagnum Sandoyartunlinum í 2011, tá ið tað er samtykt at arbeiðið skal byrja, men tað er ikki nógv at byrja eina íløgu upp á 800 milliónir upp á?

- Nei, tað er tað ikki, so tað eru nøkur viðurskifti, sum samgongan má fáa greiði á. Spurningurin er, um búskaparliga støðan loyvir okkum at fara undir eina so stóra íløgu. Gongdin kann venda skjótt, men tað kemur ikki upp á tal at kollsigla búskapin fyri at trýsta eina ávísa íløgu ígjøgnum.


Skulu hava tunnil

Sjálv ivast Annika Olsen ikki í, at undirsjóvartunnilin verður gjørdur, men spurningurin er bara nær ráðini verða til tað.

- Tí er tað skilagott at spara saman til íløguna, men vit noyðast alla tíðina at hugsa um búskaparligu støðuna.

- Sandoyingar skulu hava sín tunil fyrr ella seinni, men tað mest avgerandi er, at íløgan er búskaparliga forsvarlig.

Tað liggur eisini í kortunum, at nú skal farast undir Skálafjarðartunnilin og hóast hann er privatur, kann tað so hugsast, at vit fara undir tvær so stórar verkætlanir ísenn?

-Tað er eisini ein spurningur, sum vit skulu taka við í viðgerðini, so tað eru nógvir ógreiðir spurningar at viðgera, sigur Annika Olsen.

Les eisini greinina: Tunnilsnevndin veljast í næstum og greinina: Ongin undirsjóvartunnil í Sandoynna enn á sinni.