Sandoyartunnilin og Visjón 2015

Tað er við stórum áhuga, at undirritaði hevur fylgt við orðaskiftinum, ið hevur verið viðv. Sandoyartunnlinum síðstu tíðina. Summi fyri og onnur ímóti. Fyri okkum, ið hava eitt ella annað tilknýti til oynna, er at fegnast um, at hann loksins varð samtyktur av Tinginum

Sjálvandi vita vit, at her verður tosað um nógvan pening, ið skal nýtast til verkætlanina, men sum heild kemur hesin tunnil at gerast eitt sera stórt aktiv fyri Føroyar – ikki minst fyri sunnarapartin av landinum. Tað má væl vera endamálið at knýta so nógv av landinum saman sum gjørligt - við einum vegasambandi – har tað er gjørligt og forsvarligt. At Sandoyggin nú stendur fyri tørni er púra rætt og síðani eigur at verða hugt longur suður. Í longdini koma hesar báðar stóru verkætlanirnar at verða til stóra gleði fyri land og fólk. Ikki minst fyri trivnaðin á hesum oyggjum.

Um 15 ár so skal ein nýggjur Teisti byggjast – og uttan iva verður hann dubult so stórur sum hesin er – og kemur sostatt eisini at kosta tað tilsvarandi. Hyggja vit longur suður, so skal eisini ein nýggjur Smyril gerast fyri nógvar hundraðtals miljónir – og uttan iva eisini væl størri enn tann Smyril, ið vit kenna ídag.

Eitt sum hevur undrað meg sera nógv, er tá eg hugsi um brúnna um streymin – hvussu tað kundi bera til, at tað skuldu ganga yvir 1000 ár áðrenn vit funnu útav at gera eina brúgv millum Streymoynna og Eysturoynna. Teinurin er sera stuttur. Vit vita, at rómverjar bygdu nógvar brýr fyri 2000 árum síðani.

Nógv hevur verið tosað aftur og framm viðv. Visjón 2015 – og eiga vit sjálvandi at leggja ætlanir fyri landsins framtíð. Men leggja vit ætlanir, so mugu vit eisini leggja ætlanir, ið fevna øllum landinum.

Spell er bert, at politikarar, so seint finna út av at seta pening av til framtíðar verkætlanir – eisini tær heilt stóru og dýru. Skulu vit framhaldandi útbyggja hetta land á skipaðan hátt, so mugu vit raðfesta og seta pening av í grunnar til hesi endamál.