Sandoyartunnilin er tann stóra avbjóðingin

- Tað stóra takið verður at fíggja Sandoyartunnilin, sigur Fíggjarmálaráðið


Tann stóra avbjóðingin verður at fíggja Sandoyartunnilin.

 

Tað sigur eitt upprit, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Hinvegin verður Eysturoyartunnilin ikki eins torførur at fíggja.

 

Fíggjarmálaráðið heldur, at til ber í mesta lagi at savna umleið 500 milliónir krónur saman í føroyskari fígging og restin veðrur so útlendsk fígging.

 

Fyri at minka um váðan, er rættast at gera Eysturoyartunnilin fyrst.

 

- Verður Sandoyartunnilin gjørdur fyrst, ella báðir tunlarnir gjørdir samstundis, er munandi meira váði í verkætlanunum.

 

- Óivað hevði tað eisini dýrkað verkætlanirnar, vórðu báðir tunlarnir bygdir samstundis.

 

- Hinvegin hevði borið til at boðið byggingina av báðum tunlunum út í einum til ein arbeiðstakara.

 

Roknað verður við 350 til 400 akførum um samdøgrið í Sandoyartunlinum aftur og fram.

 

- Í Eysturoyartunlinum verður roknað við umleið 6.000 akførum á norður-suður leiðini og umleið 2.200 akførum á eystur-vestur leiðini um samdøgrið aftur og fram.

 

Sandoyartunnilin ber seg ikki fíggjarliga, og tí er neyðugt við játtan frá tí almenna ella almennum veðhaldi.

 

- Útrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum benda á, at skal Sandoyartunnilin fíggjast beinleiðis á fíggjarlógini, verður neyðugt at játta tilsamans umleið 1.000 milliónir krónur av fíggjarlógini fram til 2034-35,

 

Hildið verður, at til ber at finna privatar íleggjarar til Eysturoyartunnilin, men av tí at handilsligt grundarlag ikki er undir Sandoyartunlinum, ber ikki til at finna privatar íleggjarar bert til Sandoyartunnilin.

 

Les eisini: Landið má helst veðhalda fyri tunlar

 

- Samráðingar við møguligar privatar íleggjarar mugu vísa, um til ber at finna íleggjarar til eitt felag, sum fer undir báðar tunlarnar.

 

Stóra avbjóðingin hjá felagnum verður at fáa fíggingina til at byggja tunlarnar.

 

- Hetta verður serstakliga ein avbjóðing við tað, at felagið hevur sera lítlan eginpening í mun til lántøkuna tey fyrstu nógvu árini, við tað at landskassainngjøldini verða játtað so líðandi árini 2014 til 2024.

 

- Eitt veðhald fyri eina ávísa minstuferðslu svarar í hesum føri til at tryggja felagnum eina ávísa árliga inntøku.

 

Eftir semjuni, sum nú er gjørd, skal Eysturoyartunnilin vera við til at fíggja Sandoyartunnilin.

 

- Hetta hevur við sær, at nýtslugjaldið í Eysturoyartunlinum verður nakað hægri sammett við, um Eysturoyartunnilin bara fíggjaði seg sjálvan.

 

Hvussu nógv hægri valdast ferðsluna og sjálvsagt afturgjaldstíð á lántøkuni. Men grundað á væntaðu ferðsluna, hækkar nýtslugjaldið sannlíkt úr umleið 32 krónur til 45 krónur fyri persónbilar á norður-suður leiðini.

 

Av hesum sæst, at sannlíkt ber til at hava lutfalsliga lágt nýtslugjald í Eysturoyartunlinum, hóast hann verður við til at fíggja Sandoyartunnilin.

 

Verður Eysturoyartunnilin við til at fíggja Sandoyartunnilin, merkir hetta, at samfelagsnyttan úr Eysturoyartunlinum fyri ein part verður gjørd um til ein Sandoyartunnil.

 

Sandoyartunnilin hevur sjálvsagt eisini samfelagsnyttu við sær, men búskaparliga sæð er samfelagsnyttan ikki eins stór og í Eysturoyartunlinum, við tað at væntaða ferðslan er minni.

 

Samfelagsnyttan í Eysturoyartunlinum er roknað at vera um 1,7 milliardir krónur við nýtslugjaldi fyri persónbilar á norður-suður leiðini á 50 krónur

 

Eingin kostnyttukanning av Sandoyartunlinum er gjørd síðani 2007.

 

Tá var roknaða samfelagsnyttan í Sandoyartunlinum negativ við umleið 400 milliónir krónur.

 

- Síðani tá er íløgukostnaðurin hækkaður, sum merkir, at kostnyttuúrslitið helst hevði verið verri í eini dagførdari kostnyttukanning, sigur Fíggjarmálaráðið.