Sandoyartunnilin er nú 1. byggistig

Eftir uppskoti frá meirilutanum í vinnunevndini er tunnilin undir Skopunarfjørð nú 1. byggistig í einari ætlan, sum eisini umfatar tunnil til Suðuroyar Løgtingið samtykti fyrrapartin uppskotið hjá landsstýrinum um fast samband millum Streymoynna og Sandoynna. 24 tinglimir atkvøddu fyri og tveir ímóti.

Men uppskotið snýr seg ikki bara um sambandið millum Streymoynna og Sandoynna longur. Eftir uppskoti frá vinnunevndini bleiv sjálvt heitið á lógini broytt, so sambandið um Skopunarfjørð er 1. byggistig í einari ætlan, sum eisini umfatar samband við Suðuroynna.

Harafturat mælti vinnunevndin til, at undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Sandoynna skal gerast eftir teirri norðastu linjuni, sum er nevnd í sjálvum uppskotinum. Ein avleiðing av tí er, at nevndin eisini mælir til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein teym úr tunlinum upp á land í Hesti.