Sandoyartunnilin eitt afturstig fyri Suðuroynna

Hergeir Nielsen finst hvassliga at ætlanini at knýta Suðuroynna uppí ætlanina um fast samband um Skopunarfjørð. Hergeir Nielsen, tingmaður úr Tjóðveldinum heldur lítið um, at tað, sum byrjaði sum eitt uppskot um fast samband um Skopunarfjørð, nú er endað sum ein Suðuroyarleið.

Tjóðveldistingmaðurin vísir á, at sambært ætlanini skal fyrst gerast ein tunnil undir Skopunarfjørð fyri 700 milliónir. Síðani skulu ábøtur gerast á havnalagið, bæði á Sandi og í Hvalba, fyri eini 50 milliónir í hvørji bygd. Ein nýggjur tunnil skal gerast á strekkinum millum Hvalba og Trongisvág. Og harafturat kemur nýggja íløgan í havnina á Krambatanga at standa óbrúkt.

- Afturat øllum hesum verður hetta eitt greitt afturstig fyri Suðuroynna, sigur Hergeir Nielsen við Rás2.

- Havnalagið á Sandi er á sama breiddarstigi sum Skálhøvdi. Og tá Smyril er komin norður á Skálhøvdi, er bara eitt korter eftir at sigla inn í miðbýin í høvuðsstaðnum. Fyri suðuroyingar er beinleiðis farleiðin við Smyrli munandi enn fyrst at skula sigla við eini væl minni ferju av Hvalba til Sand, fyri síðani at koyra norður til Havnar, sigur Hergeir Nielsen.

- Ynskja politikararnir betri og títtari samband millum Suðuroynna og meginøkið, so er at lata Smyril sigla fleiri túrar, sigur Hergeir Nielsen við Rás2.

24 tinglimir atkvøddu í gjár við 2. viðgerð fyri at gera fast samband um Skopunarfjørð. Olav Enomoto og Kári P. Højgaard atkvøddu ímóti, meðan Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen atkvøddu blankt.

Arbeiðið skal eftir ætlan byrja 1. november 2009.