Tað einasta vit vilja her í Sandoynni – tað er at koma til somu rættindi sum fólki á meginøkinum, og fáa vit tunnilin so er hann har, og vit eru eisini har. So kemur Hans Blåsvær; bera seg at sum ein kongur fyri at níva okkum sandoyingum – sleppur í útvarpið at reklamera og hartil við adressu, og ójavnt er hvussu man verður móttikin í útvarpinum.
Míni fáa ikki eitt lurtaynski við, men vita skal tú harra Blåsvær, at hattar er ein ljót gerð tú ger ímóti einum bólki av tínum landsmonnum.
Og lítið eru tey hugsandi sum skrivað undir við tær.
Tað verður hongt seg nú á døgum á hesa pisakanning sum gjørd er. Eg kundi hugsað mær at spurt, hvussu er at liva í Føroyum. Sibbarnir í Føroyum skríggja eftir arbeiðsmegin uttanífrá.
Kunnu vit loyva okkum at føra mentafólk inn ímillum sibbarnir. Vit eiga eitt sera gott land at búgva í. Við dugnaligum fólki sum føroysku sibbarnir hava bygt upp, bæði á sjógvi og landi.
Tað verður av øðrum tjóðum kappast um okkara sjógarpar, og um okkara arbeiðsfólk á landi og bert fólk yvirhøvur – so tað má loysa seg at verða sibbar.
Eg kann ikki lata vera við at nevna Hergeir Nielsen úr Vági, hvussu negativur hann er við okkum. Situr sum ein grátidukka í tinginum og grætur um alt og øll.
Men eitt skal eg siga tær Hergeir Nielsen, at tað ber væl til, at sigla frá Sandoynni og suður til Suðuroynna. Tað eru fáir dagar í árinum tað als ikki ber til, og tað veit hvørt mansbarn í Sandoynni og Suðuroynni sum hevur nakað petti við sjógvin at gera. Eg veit ikki hvar í Føroyum, ið tað ikki er ringt farvatn, men tað ræður bert um, at hava menn við róðrið sum vita, hvussu teir eiga at sigla.
Rætt er tað, at tað eigur ikki at verða gjørd ein ferjulega á Sandi, men tað eigur ikki at helmast í fyrr enn tunnil er gjørdur til Suðuroynna eisini.
Men Hergeir – tað vil tú helst ikki skilja – fyri at vera ímóti okkum.
Tað er ein stuttleiki at lurta eftir Hendrik Old, hvussu væl hesin garpurin tekur ímóti allari nýskapan og sær ljóst uppá tíðina frameftir.
Í skrivandi løtu hoyri eg nú í útvarpinum, at Tjóveldið og Miðflokkurin lýsa við fundi í Eysturoynni um flogvøll á Skorðhædd.
Tað er sikkurt sera gott ogn við einum flogvølli afturat. Jenis av Rana hann sigur seg í tinginum at hava patent uppá at veiða menn, og Tórbjørn Jacobsen er í fullsving í hesi læru, at veiða menn. So ein flogvøllur er nokk eitt gott valagn hjá teimum báðum.
Tað er sikkurt sera gott hugskot, at løgtingsmonnunum at hvør vil hava ein flogvøll í túninum hjá sær. Skal ein nýggjur flogvøllur gerast – brúkið so frægt vit og skil; at tit gera hann har sum tryggast er og binda tit oyggjarnar saman. So verður stuttur vegur hjá øllum, at koma á flogvøllin.