Ikki fyrrenn vit hava fingið úrslitini av hesum kanningunum, kann avgerð takast um, hvar tunnilin skal liggja, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki.
Tað er eitt norskt felag sum hevur staðið fyri kanningunum í Skopunarfirði. Har eru tey í løtuni í ferð við at viðgera alt hetta rúgvusmikla tilfarið.
Frammanundan hevur ein frá føroyskari síðu lagt inn nakrar leiðir, har tunnilin kann koma at ganga.
- Men enn er eingin útrokning gjørd, hvør loysnin verður hin besta, sigur stjórin í Landsverki. Metast skal eisini um, hvør loysnin ið er tann besta samfelagsliga.
Oyvindur Brimnes væntar at prosjekteringin verður gjørd komandi ár.
Gongur alt sum tað skal, er ein møguleiki fyri at arbeiðið við boringini kann bjóðast út einaferð seint komandi ár.
Mett verður, at samlaða prosjektið fer at taka átta ár, og fer at kosta millum 600 og 800 mió. kr.









