Eftir fleiri ár við høgum raðfestingum á samferðsluøkjunum mugu bleytu virðini nú raðfestast hægri, heldur Kári P. Højgaard, sum atkvøddi ímóti Sandoyartunnlinum. - Komandi valskeið eiga vit at fyrireika Sandoyartunnilin. Fastleggja linjuføringina, og fáa eina veruliga kostnaðarmeting av, hvat landsins størsta íløga nakrantíð kemur at kosta. Tað sigur Kári P. Højgaard, sum í gjár atkvøddi ímóti uppskotinum um at gera fast sambandi undir Skopunarfjørð. Sambært uppskotinum skal arbeiðið byrja 1. november 2009.
Løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at framvegis er óvist, um og í hvønn mun Hestur verður við í ætlanini. Og tað kann merkja, at ætlanin tá avtornar kemur at kosta millum 800 og 900 milliónir, heldur enn tær stívliga 700 milliónirnar, sum uppskotið nevnir.
Kári P. Højgaard sigur við Rás2, at samferðsluøkið í fleiri ár er raðfest hægst.
- Nú má tíðin vera komin til bleytu virðini, heldur Kári P. Højgaard, og sipar til útbúgving, skúlaverkið, granskingarøkið og heilsuverkið.
Kári P. Højgaard minnir á, at fyri fáum døgum síðani mótmæltu fleiri hundrað miðnámsskúlanæmingar hølisviðurskiftunum í Hoydølum, sum eru út av lagi vánalig.
Sum heild heldur tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, at uppskotið um fast samband undir Skopunarfjørð er alt ov illa fyrireikað.
- Vit eiga at brúka komandi valskeið at fyrireika fasta sambandið um Skopunarfjørð, fyri síðani at taka avgerð, sigur Kári P. Højgaard við Rás2.
Bara tveir tinglimir atkvøddu ímóti Sandoyartunnlinum í gjár - Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Olav Enomoto úr Sambandsflokkinum.










