Sandoyartunnil letur upp 21. desember

Nú er dagurin settur á, nær Sandoyartunnilin letur upp

 

21. desember letur Sandoyartunnilin upp. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri, við útvarpið. Tað er tó ein lítil óvissa, tí elarbeiðið er ikki liðugt enn, og at ein venjing skal vera, sum skal vísa, at allar trygdarreglur eru upp á pláss.

Tunlarnir báðir, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kosta tilsamans 2,64 milliardir krónur, umleið 1,3 milliardir krónur hvør.

Tað fer at kosta tað sama at koyra ígjøgnum báðar tunlarnar. 75 krónur fyri persónbilar hvønn vegin við haldi.

Sambært ætlanini fara at koyra umleið 350 bilar gjøgnum tunnilin um dagin. Í Eysturoyartunlinum koyra um 6.000 bilar um dagin, sum er ikki nóg mikið, og tí fær tunnilin stuðul úr landskassanum.

Teitur Samuelsen sigur, at hetta fer at javna seg, tí ferðslan økist við 6-700 bilum um dagin fyri hvørt ár.

 

##med2##

 

##med3##