Hvør var nú ringast fyri? Jú, Suðurøkið í Føroyum var harðast rakt.Vit mugu bara staðfesta, at suðurøkið í Føroyum er í svárari neyð. Hví er tað so?
Jú, ein talandi orsøk og helst tann størsta er, tað vánaliga ferðasambandið til bæði Sandoynna og Suðuroynna. Fólkini sum búleikast á hesum plássum hava vánaligar umstøður at ferðast inn á meginøkið, til arbeiðis. Eisini hava tey ongan møguleika at fáa sær eina útbúgving og samstundis búgva heima. Hetta samlað ger, at hesi fólk hava lægri inntøku enn aðrastaðni í landinum og av somu orsøk, eitt lægri livistøði.
Longu áðrenn koyrandi verður millum oyggjarnar, eigur man at gera nakað við hendan trupulleika. Tí hann er átrokandi. Eitt sum vit eiga at lógeva um, er at tað eigur ikki at verða dýrari at ferðast til Sandoynna, Suðuroynna ella aðrar oyggjar í landinum, bara tí at sjógvur er í millum. Prísurin skal verða tann sami, sum tá ið ein ferðast gjøgnum ein av okkara undirsjóvartunnlum.
Allar tunnlar í eitt partafelag
Tað er av alstórum týdningi fyri útjaðarin í hesum landi, at vit sum skjótast leggja allar undursjóvartunnlar í eitt partafelag, soleiðis at vit í Føroyum framhaldandi hava ráð at utbyggja okkara infrakervi.
Nei, skula vit bjarga suðurøkinum í Føroyum, skal ferðasambandið útbyggjast, við fyrst einum sandoyartunnli og síðan einum suðuroyartunnli.
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin