Sandoyarstevna um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður Sandoyarstevna. Hesuferð eru tað Skálavíkingar, ið eru vertir fyri stevnuni

John Johannessen


Leygardagin setir Eyðun Viderø, løgtingsmaður, Sandoyarstevnuna, sum í ár verður hildin í Skálavík. Nógv er á skránni, eins og vanligt er á slíkum stevnum. Tjóvstartað verður longu fríggjakvøldið, tá tivoli letur upp inni í gomlu dansistovuni. Fríggjakvøldið verður eisini dansur í gomlu dansistovuni, og eru tað Kjølar, ið fara at gera sítt besta til at fáa sandoyingar upp á dansigólvið at hugna sær.

Eftir setanina leygardagin heldur stevnan fram eins og stevnur annars, við framsýningum, tivoli, fótbólti og ymiskum øðrum til skemtunar. Tó verður eingin kappróður.

Á midnátt leygarkvøldið verður midnáttarrøða. Tað er Signar á Brúnni, mentanarmálaráðharri, ið ber fram midnáttarrøðuna í ár, og tá hon er liðug verður hugnaløta við felagssangi.

Stórsta tiltakið sunnudagin er helst fólkafundurin, sum verður hildin Inni Í Grind. Á hesum fundi verða tríggir røðarar, og eru teir óli Breckamann, fólkatingsmaður, Emil Olsen, prestur og Eyðun Elttør, oljumálaráðharri. Á fólkafundinum verður sangur eisini á skránni.

Eftir fólkafundin heldur stevnan fram við sølustevnu, har føroyskir lutir verða selmdir, framsýningum, útimøti og dansi.

Úr Skálavík siga tey, at tey vænta sær eina góða og hunaliga stevnu, og ynskja tey øllum stevnugestum at vera hjartaliga vælkomnum.