Komandi vikuskifti verður Sandoyarstevna hildin ? í ár verður stevnan í Húsavík Hóast stevnan ikki verður sett fyrr enn leygardagin, so byrja tiltøkini longu fríggjakvøldið, tá tivoli verður opið, matsøla verður og høvið verður at royna rodeotarvin - og kl. 23.00 verður dansur við Karl Martin Samuelsen Band.
Leygardagin setur Vanja Engskær stevnuna kl. 14.00.
Úr rúgvuni av tiltøkum á skránni kunnu nevnast ponyríðing á vøllinum, skattajakt fyri børn, gongutúrur til søgulig støð, myndaframsýningar, sangur við Fríðbjørg Jensen og konsert við Guðrið Hansdóttir, Hanusi G. Johansen og Martini Joensen.
Á midnátt leygarkvøldið verður midnáttarrøða, sum Joel undir Leitinum heldur, og eisini verður felagssangur. Aftaná verður dansur við Karl Martin Samuelsen Band.
Sunnudagin verður Guðstænasta, Klaverkonsert og útimøti.









