Sandoyarferjan seinkað

Tað hevur gingið trupult hjá Tórshavnar Skipasmiðju at fáa skrokkin til nýggju sandoyarferjuna úr Póllandi, har hann skuldi byggjast.

Upprunaliga skuldi skipasmiðjan fáa skrokkin um mánaðarskiftið mai-juni, men tá varð greitt, at arbeiðið fór at verða nakað seinkað. Nú eru lidnir tríggir mánaðir, og enn er arbeiðið í Póllandi ikki liðugt.

Umboð fyri Tórshavnar Skipasmiðju hava júst verið í Póllandi, men hvørki Poul Mohr ella Gunnar Mohr, stjórar á Skipasmiðjuni vildu siga nakað. Teir arbeiddu við einum tíðindaskrivi, sum varð sent í seinni í gjár ella í dag.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins veit ikki so nógv at siga um málið, tí sum so er tað ikki hansara borð.

? Vit vita bara, at ferjan skal latast okkum um ársskiftið, sigur hann.

Verður ferjan ikki latin Strandferðsluni til tíðina, verður Tórshavnar Skipasmiðja noydd at rinda dagbøtur upp á millum 5 - og 10.000 krónur um dagin. Hetta er innbygt í byggisáttmálan.

Sosialurin skilir, at arbeiðið í Póllandi verður liðugt um einar tvær vikur. Um so er, so hevur Tórshavnar Skipasmiðja hálvanfjórða mánað at gera arbeiðið liðugt.