Sandoyarferjan krevur eykajáttan

Skal ferjukjølurin strekkjast í Føroyum, er neyðugt við 8 milliónum afturat teimum 60, ið longu standa á fíggjarlógini, sigur Føroya Ídnaðarfelag

Høgni Mohr


Føroya Ídnaðarfelag heitir í tíðindaskrivi á Føroya Løgting, um at bera soleiðis í bandi, at nýggja ferjan, ið eftir ætlan skal røkja sandoyarsiglingina, verður bygd í Føroyum. Hetta skal sambært felagnum gerast við, at eykajáttan verður veitt ætlanini. Sum er, eru 60 milliónir krónur settar av til byggingina.

Eykajáttanin verður sambært Føroya Ídnaðarfelag 4 mió, verður sandoyarskrokkurin bygdur uttanlands, meðan talan verður um 8 mió, skal kjølurin strekkjast her á landi, og alt arbeiði sostatt vera føroyskt.

Høvuðsargumentið hjá Føroya Ídnaðarfelag er, at ferjubyggingin fer at betra førleikan hjá føroyskum fyritøkum, ið fáast við skipasmíð sum heild. Felagið heldur hetta hava serligan týdning, nú oljuvinnan stendur fyri durðum.

Viðvíkjandi umbønini um eykajáttan ger Ídnaðarfelagið vart við, at kostnaðarmetingin er 2 ára gomul, og at longu tá varð víst á at prísurin kundi fara 10% báðar vegir. Hægra eykajáttanaruppskot Ídnaðarfelagsins fer tó 2 mió uppum hetta mark (markið er 10% av 60 milliónum), men kortini heitir felagið á politikararnar um at veita eykajáttan, ið liggur innanfyri nevndu kostnaðaróvissu.

Úr Vinnuhúsinum verður sagt, at áheitanin um eina eykajáttan, ið ikki fer uppum tey 10 prosentini, skal metast sum eitt slag av semingsuppskoti frá vinnuni til løgtingið?