Fyri stuttari tíð síðani var ein annar stovnsleiðari í bløðunum og segði, at hon ikki kundi opna deildina hjá Sandoyar Ellis- og Røktarheimi í Skopun, tí hon hevði ongar umsóknir um pláss á sama heimi? Leiðarin á deildini í Skopun vil tí opna hesa deild sum dagtilhald fyri eldri og gomul.
Eg fái hesi úttalilsini illa at samstava. Ein óloystur tørvur í Føroyum í dag upp á hálvt sjenda hundrað fólk og eitt tómt heim í Skopun, tí har kemur eihngin umsókn um pláss?
Eru vit í Føroyum við undir fimti túsund menniskjum, ella eru vit í USA ella Ruslandi? Hvør myndugleiki samskipar hesi heim, og høvrs tørvur gongur undan at vera loystur?
Eg havi ikki fakliga skil upp á, um tað er ein góð loysn við einum dagtilhaldi í Skopun fyri sandoyingar, men tað skal bert vanligt mannavit til at finna út av, at her er okkurt spinnandi galið í hesum landi á tí nevnda økinum, sum vit vanligu skattaborgarar ikki vita, hvat er? Av teim 644 óhjálpnu føroyingunum eru vælo saktans 10 ímillum, sum fegin vildu komið á heimið í Skopun, sum stendur tómt - gapandi tómt á sætta ári!
Er eingin myndugleiki við ábyrgd á hesum økinum í Føroyum?
Birgir Mohr
Sandi