Vinnulív
Síðani tvøramenn stovnaðu fiskavirkið Delta Seafood fyri seks árum síðani, hevur fyritøkan verið í stórari og støðugari menning.
Eitt stórt lop framá gjørdi felagið, tá ið tað, saman við øðrum, stovnaði Sandoy Seafood í Sandoynni.
Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er virksemið hjá Sandoy Seafood nú komið í eina fasta legu, hóast byrjanin var væl dýrari enn ætlað.
Tó eydnaðist árið í fjør ikki so væl, sum ætlað, serliga teir fyrstu mánaðirnir. Virkið hevði tó eitt yvirskot í fjør upp á 500.000 krónur, aftaná avskrivingar.
Men Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, sigur, at gongdin higartil í ár bendir á, at hetta árið fer at roynast væl frægari.
Hækkað partapening
Nevndarformaðurin dylir ikki fyri, at teir hava verið fegnir um at teir hava verið við til
lagt lunnar undir eina vinnuliga menning í Sandoynna.
? Tað kemst sjálvandi ikki minst av, at oyggjarfólkið hevur tikið fult undir við teimum ætlanum, vit hava havt.
Og hann sigur, at nú verða lunnarnir lagdir undir framtíðina hjá delagnum.
? Avtalan við Føroya Banka um at leiga virkini í Skopun og á Sandi, gongur út 1. januar í 2002.
?Tí má sigast, at vit standa á einum vegamótið í løtuni. Men tað skerst ikki burtur, at vit eru fremmandir í oynni og spurningurin um, hvat vit gera, er framvegis treytaður av, um undirtøka er fyri, at vit halda fram.
? Men vit hava fingið at vita, at tað er full undirtøka fyri, at hildið verður fram við samstarvinum ímillum okkum og sandoyingar.
? Tá vit fóru undir Sandoy Seafood, var tað ein roynd. Men vit eru nøgdir við gongdina og eru sinnaðir at halda fram. Enn hevur hetta ikki kastað nakað av peningi av sær til íleggjararnar, men vit eru sannførdir um, at tað fer tað at gera sum frálíður.
? Fyrsta stigið var at hækka partapeningin í felagnum. Tað er nú gjørt við tað, at teir fýra partaeigararnir, Delta Seafood, Vinnugrunnurin á Sandi og tey bæði arbeiðarafeløgini í Skopun, hava sett 250.000 krónur í virkið afturat í part. Sostatt er partapeningurin hækkaður eina millión.
Ætla at keypa virkini
Marner Lisberg sigur, at kappingin í fiskivinnuni er sera hørð og ein orsøk til at hækka partapeningin er fyri at hava eitt tryggari fíggjarligt grundarlag undir virkjunum.
? Somuleiðis eru vit í samráðingum við Føroya Banka um at leiga virkini longri.
? Men báðir partar eru áhugaðir fyri, at vit keypa virkini. Tí ynskja vit , at ein nýggj leiguavtala verður orðað við keypi fyri eyga.
Marner Lisberg sigur, at slíkt stig høvdu teir ikki tikið, vóru teir ikki sannførdir um, at tað er ein framtíð í tí.
? Og sjálvandi er tað altíð neyðugt at vit fylgja við og at menna okkum alla tíðina.
Hann vísir á, at nýliga er eitt áhugavert fiskavirki komið í Skálavík og hann sigur, at í framtíðini fer samstarv at vera ímillum virkið í Skálavík og Sandoy Seafood.
?Ein møguleiki er at vit kunnu levera virkinum í Skálavík rávøru, sum tað so kann arbeiða víðari .Ein annar møguleiki er, at Sandoy Seafood sleppur inn á virkið á Skálavík at hávirka fisk. Allir møguleikar eru opnir, sigur Marner Lisberg.
Samstundis er Delta Samtakið, sum Sandoy Saefood er ein partur av, uppi í ymsum øðrum nýskapandi ætlanum á fiskivinnuøkinum, sum greitt verður frá aðrastaðni.