Sandoy Seafood 10 ár

Í gjár vóru 10 ár, síðani virkini hjá Sandoy Seafood lótu upp Í gjár, 25. september, vóru tíggju ár liðin, síðani Sandoy Seafood lat dyrnar upp á Sandi og í Skopun.

Verkætlanin fekk lív aftur í Sandoynna, sum varð meint rakt, tá flakavirkini á Sandi og í Skopun lótu aftur í kreppuárunum.

Men í dag er øðrvísi. Virkið á Sandi er stongt, og tað er torført hjá útróðarbátum har at sleppa av við fiskin. Sandoyarportalurin skrivar, at útróðrarmennirnir hava tó eina vón um, at Sandoy Seafood aftur fer at taka fisk frá teimum, og at teir kunnu fáa ein nøktandi prís.