Býráðsformaðurin í Sjóvar kommuna er rættiliga ivasamur við ætlanini hjá samgonguni, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið í 2005. Sjóvar kommuna er eftir føroyskum mátistokki ein miðalstór kommuna, og sambært Eivindi Jacobsen, so líður kommunan onga fíggjarliga neyð.
Hann sigur, at framvegis er óvissa um, hvussu ætlanin hjá samgonguni endaliga fer at síggja út, men at Sjóvar kommuna er til reiðar at yvirtaka eldraøkið, og kommunan fer at taka ímóti tí teimum treytum, landið áleggur teimum.
Hann leggur tó afturat, at hann væntar,at trupulleikar kunnu stinga seg upp kring landið við ætlanini hjá samgonguni.
? Eldraøkið er sera kostnaðarmikið, og nógvir pengar fara bara til umsiting, og tá so verður minni til røktina av teimum eldru Í seinasta enda verður tað tænastan hjá teimum eldru, ið tað kemur at raka, sigur býráðsformaðurin.
Eivind Jacobsen væntar serliga, at Sandoyggin og Suðuroy fara at fáa stórar trupulleikar av eldraøkinum.
? Fyri tað fyrsta eru kommunurnar á Sandoynni og Suðuroynni ikki so væl fyri, og í báðum økjum búgva nógv gomul fólk. Tá eldraøkið er kostnaðarmikið, fara fleiri pengar út av kassanum, enn tað koma inn, og tískil vænti eg, at tær kommunurnar fáa stórar fíggjarligar trupulleikar, sigur býráðsformaðurin í Sjóvar Kommunu.
Framhaldandi stýrt av landinum
Býráðsformaðurin heldur, at tað er bert eitt eiti, at kommunurnar sjálvar sleppa at standa fyri eldrarøktini.
? Tað verða ikki kommunurnar, ið sleppa at ávirka eldraøkið,tí vit skulu fylgja greiðum ásetingum frá landinum. Tekur tú barnaansingina sum dømi, so vóru rættiliga greiðar ásetingar fyri, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum. Eg vænti at tað verður sama søga við eldraøkinum, har vit fáa ein spennitroyggju á, og tí verður tað í veruleikanum landið, sum fer at stýra okkum, greiðir Eivind Jacobsen at enda frá.