Í hesi endaligu samtyktini eru tveir batar, hvat samferðsluni til Sandoy viðvíkur.
Tað er vegurin á Gomlurætt, og vegurin niðan frá ferjuleguni í Skopun og sum bindur í Sandsvegin.
Tá ið eg var varugur við, at hetta ikki var á fíggjarlógini at byrja við, tá bóðu vit í kommunustýrinum í Skopun um fund, saman við Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum.
Hann skilti okkum ógvuliga væl, og bað hann landsverkfrøðingin um at gera eina kostnaðarmeting beinanvegin, og var tað gjørt.
Eisini hevði kommunustýrið fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og greiddu vit honum frá støðuni.
Fíggjarnevndin var eisini eitt stað, sum var leitað til. Bæði meiriluti og minniluti í fíggjarnevndini vildu øll gera sítt besta.
So nú kann man gleðast um, at hesi arbeiðir verða gjørd í komandi ári, so langt tann játtaði peningurin røkkur,
Longu í røðini, ið eg helt, tá ?Teistin" kom fyrstu ferð til Skopunar, segði eg, at tað næsta sum bleiv, um ikki so langa tíð, var undirsjóvartunnil til Sandoy. Kanska var tað sagt nakað í skemti.
Men veruleikin er nú tann, at allarhelst verður koyrandi til Sandoy innan 9 ár eru farin.
Tekniskt er eingin forðing. Møguliga kann peningur forða innan so stutta tíð.
Eg havi fleiri ferðir nevnt fast samband til Sandoy av tingsins røðarapalli, líkasum at venja tingmenn við tankan.
Tá kundi ?Teistin" sum nýtt skip siglt ímillum Sand og Hvalba. Hetta er bara ein tanki, uttan at blanda meg í tað farleiðina, har eru so møguleikar. Tað nýggja Suðuroyarskipið, tað skal sjálvsagt sigla ímillum Tórshavn og Suðuroy.
Annars haldi eg, at Sandoy gongur eini ljósari tíð í møti.
Kommunurnar gera seg klárar í felag at taka í móti eldrarøktini, tær hava yvirtikið barnaansingina, og riggar tað væl.
Annars samstarva vit á nógvum økjum, og er tað neyðugt í eini lítlari oyggj sum Sandoy, og samstarvið riggar væl.
Eitt heilt annað mál sum eg vil taka fram er bergholið millum Húsavík og Dal. Hetta er so avgjørt tann so nógv hættisligasta farleiðin, ið vit hava í Føroyum. Hesin tunnilin má byrjast, ongantíð ov skjótt.
Hetta er eitt arbeiði, sum eg havi stríðst nógv fyri í tinginum.
Sjálvur settið eg broytingaruppskot fram ímillum 1. Og 2. viðgerð av fíggarlógini, um at seta pening av til fyrireikingar.
Sandoyggin er okkara eygnasteinur, og skulu vit í felag skapa tær bestu umstøður her í oynni. Her býr eitt virki fólk.