Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari, tá hann og liðfelagarnir ígjár vitjaðu Arendal í útidysti í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Sandnes ULF var á odda heilar tríggjar ferðir, men hvørja ferð kom Arendal afturíaftur og javnaði.
Í 23. minutti legði Ole Sundgot Sandnes á odda 1-0, men minuttin aftaná javnaði Arendal. Seks minuttir undan steðginum legði Endre Osenbroch Sandnes á odda 2-1. Arendal javnaði við einum brotssparki miðskeiðis í seinna hálvleiki, og leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 2-2.
Tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat legði Jacob Tromsdal Sandnes á odda 3-2. Tá mundu Gullbrandur og liðfelagarnir kenna rákan av einum sigri og trimum stigum. Men tveir minuttir seinni fekk Arendal aftur eitt brotsspark í sín lut, og so endaði dysturin við javnleiki 3-3.
Triðbesta norska fótbóltsdeildin er skipað í tveir bólkar. Í bólki 1 eru Sandnes, Notodden og Jerv fremst við fýra stigum hvør.
Sunnudagin 13. apríl spælir Sandnes dyst í norsku steypakappingini móti Vidar úr fjórðbestu deildini. Sandnes er favorittur, men talan er um eina grannauppgerð, so tá kann nógv henda.