Senatorurin Bernie Sanders hevur í kvøld formliga boðað frá sínum stuðli til fyrrverandi varaforsetin Joe Biden undan forsetavainum í USA í november.
Sanders var síðsti kappingarneyti hjá Biden um at gerast valevni hjá Demokratiska flokkinum. Eitt stríð sum Berni Sanders boðaði frá mikudagin, at hann hevði tapt.
Í dag ber til at síggja á heimasíðuni hjá Joe Biden teir báðar politikararnir og fyrr verandi starvsfelagar í Senatinum tosa saman í eini beinleiðis stroymdari samrøðu. Og her hevur Sanders formliga boðað frá, at hann fer at peika á Joe Biden sum næsta forseta í USA.
Bernie Sanders bað í eini »áheitan á amerikanarar« um teirra »stuðul til tín, sum eg stuðli«.
– Í hesi álvarsløtu hava vit einki annað val. Vit verða noydd at savnast – fáa fólkið saman, segði Bernie Sanders við Joe Biden.
– Tín stuðul hevur sera stóran týdning, segði Biden, sum kallað Sanders fyri »ta sterkastu røddina fyri eitt meira rættvíst samfelag í USA.
Teir hildu fram við at tosa um nøkur evni, sum báðir halda, at forsetin hevur gjørt ov lítið av.
Í samrøðuni legði Joe Biden millum annað dent á, at hann heldur, at bæði veðurlagsútspælið hjá Berni Sanders og hansara enga fara at minka um CO2 útlátið hjá USA og skapa nýggj størv.
Bernie Sanders legði dent á, at teir báðir hava tosað fyri at raðfesta útbúgving.
Síðani tosaðu teir um at strika skuld av lestrarlánum sum ein máti at skapa búskaparligan vøkstur, tá amerikonsku avmarkingarnar ímóti útbreiðslu av koronavirus verða sett úr gildi.
Bernie Sanders og Joe Biden sótu í Senatinum sakan í tvey ár frá 2007 til 2009.
Joe Biden var varaforseti, tá Barack Obama vann forsetavalið í 2008.
Í 2016 royndi Bernie Sanders eisini at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum, sjálvt um hann hvørki ta ferðina ella ella í dag er limur í flokkinum.
Tað ferðina vann Hillary Clinton, sum fekk eina stuðulsváttan frá Bernie Sanders umleið ein mána eftir, at tað var greitt, at hon fór at gerast forsetavalevni.
Joe Biden verður eftir øllum at døma forsetavalevni ímóti Donald Trump, sum er Republikanari, á forsetavalinum 3. november.
/ritzau/