Gamla Norrøna
Nógv er gjørt við skipið meðan tað hevur ligið í Keypmannahavn. M.a. er bildekkið gjørt klárt til tað nýggja dekkið, sum verður sett í skipið. Maskinan er yvirhálað, kahúttir tømdar og køkurin tikin niður. Men enn manglar nógv.
Skipið siglir nú til eina skipasmiðju í Montenegro, har tann stóra umvælingin skal gerast. Nógv stálarbeiði skal gerast og ein stórur salur verður gjørdur har afturi í skipinum. Seinni í ár siglir Logos Hope til Bremen í Týsklandi, har skipið endaliga skal gerast klárt til arbeiðið sum hon er ætlað til.
OM Ships, sum keypti Norønnu, vónaði, at kostnaðurin á umvælingararbeiðinum og keypinum fór at vera 18 milliónir dollarar, men nú vísir tað seg, at umvælingararbeiðið verður munandi dýrari. Skipasmiðjan í Montenegro er tann skipasmiðjan, sum er næst tí ætlaða kostnaðinum.
Árni Jensen, sum skal føra skipið til Montenegro, sigur, at hann er sera harmur um, at tað nú vísir seg, at peningur ikki er til sandblássingina av skipinum. ?Hevði tað um ikki annað verið peningur til at sandplása veðurdekkini. Men tað sær svart út sum nú er. Men vit biðja til Gud um hjálp og hann svíkur aldrin?, sigur Árni Jensen.
Sandblásingin kostar 10 mió.kr. og hon hevði gjørt arbeiðið hjá manningini munandi lættari, tí teir høvdu fingið tíð til so nógv annað enn at banka rust.
Sum nú er eru 4 føroyingar umborð. Teir eru Ragnar Mouritsen, bátsmaður, Kjartan á Dul, dekkari, Bárður J. Eliassen, maskinmaður og Árni Jensen, skipari. Umframt hesar hava nógvir føroyingar verið og arbeitt umborð á Norrønu, meðan hon hevur ligið við bryggju í Keypmannahavn. Av teimum hevur Osmund Olsen frá Syðrugøtu verið longst umborð. Hann hevur arbeitt á dekkinum síðani august.
Logos Hope fer at bera føroyska Merkið runt allan knøttin. Hon er skrásett í Føroyum, og OM Ships hevur ongar ætlanir um at flagga út. Spennandi verður at síggja, hvussu skipið sær út eftir umvælingina.










